– Eg raknaði við á sjúkrahúsinum, og tá søgdu tey mær, at pápi mín var á veg til Havnar við tyrluni. Tá gekk upp fyri mær, hvussu álvarsom støðan var, greiðir Jón Krosslá Poulsen frá.
Fyrr í mánaðinum var hann fyri ógvusligum arbeiðsóhappi í Runavík.
Í hesum døgum eru 100 ár síðani, at kvinnur í Føroyum fingu valrætt til løgtingið. Løgtingsval var 28. februar í 1916. Í hesum sambandi varpar Vikuskiftis-Sosialurin ljós á javnstøðu – hava vit vunnið fulla javnstøðu hesi 100 árini?
Vit hava hitt Jóhannu á Bergi, stjóra í Atlantsflog, sum ikki merkir trupulleikan við javnstøðu – og Lisbeth L. Petersen, sum sigur, at hon ikki varð tikin fyri fult millum menninar. Kortini megnaði hon bæði at vera borgarstjóri í Havn, løgtingskvinna í mong ár og fólkatingskvinna – og forkvinna í Sambandsflokkinum.
Vit taka eisini ætlaða eftirskúlan í Suðuroy undir luppin. Hví er skúlin fluttur?
Hoyrið Barbaru Holm, redaktør á Vikuskiftis-Sosialinum greiða frá innihaldinum.











