Aftur í ár verður tað ein føroyingur, sum verður yvirdómari á Oyggjaleikunum.
Fyrireikararnir av Oyggjaleikunum á Jersey hava biðið Jón Hestoy vera yvirdómara, og tað hevur hann játtað.
Bæði í Føroyum í 1989 og á Gibraltar í 1995 var júst Jón Hestoy yvirdómari, og avrikini undir hesum kappingunum hava verið so góð, at hann aftur hesaferð fær týdningarmiklu uppgávuna.
Eg taki hetta sum eitt herðaklapp, tí tað er eingin treyt hjá teimum á Jersey, at fara aðrastaðni eftir dómara. Teir kundu brúkt ein av sínum egnu, men tað gleðir meg, at eg veri biðin, sigur Jón Hestoy við Ítróttarsosialin.
Yvirdómarin hevur eina týdningarmikla uppgávu, tí skal nakar svimjari kolldømast, skal yvirdómarin góðkenna tað, annars verður eingin kolldøming.
Eg hevði heilt erligt ikki væntað at fingið hesa uppgávuna, m.a. tí at eg kolldømdi fleiri svimjara av Jersey seinast. Men teir hava eftir øllum at døma virt tær avgerðirnar, og biðja meg nú døma hjá teimum. Tað fegnist eg um, sigur Jón Hestoy.
Jón Hestoy hevur fleiri ferðir verið yvirdómari undir FM og hann hevur eisini havt hesa uppgávu undir NM fyri brekað.
Og Jón Hestoy fær nokk at síggja til, tí frá kl. 8 til 12 og frá 17-18 fleiri dagar á rað skal hann verða til staðar, tá svimjarar fara at kappast um heiðursmerkini, og hann hevur avgerandi orðið at siga, stinga ivamál seg upp.









