So er ólavsøkan 2018 sett. Ítróttafólk, býráðslimir og hornblásarar gingu skrúðgongu, og skrúðgongan endaði sum vant á vaglinum. Nógv fólk var møtt upp í býnum hesa løtuna, og veðrið var turt og gott. Í hesum rammum setti fyrrverandi úrvalssvimjarin, Jon Hestoy, ólavsøkuna við fangandi røðu.
Í røðuni legði Jon Hestoy dent á, hvussu framkomnar Føroyar eru sum tjóð, og vísti á týdningin av at hugsa stórt og bróta mørk. Hann røddi m.a. at í Føroyum er trygt at vera og her ansa vit eftir hvørjum øðrum. Hann eggjaði til at taka ímóti altjóðagerðini, ikki ræðast tað fremmanda og kappast við umheimin.
Hann vísti á yrkingina hjá Christiani Matras, “Reikar tú úti um kavalond”, sum hann tók støði í.
- Yrkingin snýr seg um hetta tvíbýti, sum vit føroyingar kenna so væl. Útferðarhugurin og hugurin at bjóða heiminum av øðru megin og so kæra móðurlandið, Føroyar, og føroyska fólkið hinumegin. “Markleys breiðist nú fyri tær fold” er fyrsta reglan í hesum ørindinum. Heimurin liggur opin. Tú kanst tað, tú vilt. Markleys breiðist nú fyri tær fold - royn einaferð at smakka uppá hatta orðið - markleys. Uttan forðingar, uttan avmarkingar - heimurin er tín!
Hann helt fram og segði, at tað eru føroyingar í hópatali, ið dagliga taka hesi orðini til tín, og vísti á føroyskar íverksetarar, tónleikarar, listafólk, vinnulívsfólk og ítróttarfólk og aðrar føroyingar, ið tora at hugsa stórt. Tað sama er galdandi fyri Føroyar sum samfelag.
- Vilja vit, og arbeiða vit í felag, er einki mark fyri, hvussu langt vit kunnu koma í heimshøpi. Tí framdriftin í okkara samfelag kemur bara frá okkum sjálvum. Tað er eingin, sum kemur og greiðir tingini fyri okkum. Tað er okkara áræði, okkara dirvi, ið berur okkum framá.
Hann vísti á, hvussu nógv Føroyar hava ment seg sum tjóð seinastu árini.
- Ivast tú í, hvussu langt vit eru komin, so far ein túr út í Tinganes. Har er ein lítil gjógv, sum teir kalla suðuroyargjógvin. Har segðist, at suðuroyingar løgdu at við áttamannafarinum, tá teir komu til Havnar at handla og halda ting. Og tá tú stendur har úti á Tinganesi við suðuroyargjógv - hygg so, tá Smyril kemur grøvandi inn um molan og set so tingini í perspektiv, røddi Jon Hestoy og helt fram:
- Og sum framburðurin er nú, so verður tað ikki leingi, til at suðuroyingar pussa sær syllið har suðuri, seta seg inn í bilin og koyra til Havnar á ólavsøku uppá eitt eygablikk.
Seinastu orðini í røðuni hjá Jon Hestoy vóru:
- Vónandi verður hendan ólavsøkan ein góður, breiður, turrur steinur, sum vit við gleði fara at minnast aftur á restina av lívinum. Her við er ólavsøkan 2018 sett. Takk fyri og góða ólavsøku, øll somul.
Sí myndir frá setanini niðanfyri.










