Jón er varaforseti í Strasbourg

– Tað hevur verið sera krevjandi at arbeiða her, sigur Jón Fríðrik Kjølbro

Jón Fríðrik Kjølbro hevur stóra ábyrgd í Europeiska Mannarættindadómstólinum í Strasbourg. Seinastu tvey árini hevur hann virkað sum varaforseti í dómstólinum, har hann nú hevur starvast í sløk átta ár.

 

Europeiski Mannarættindadómstólurin var stovnsettur í 1959 sum ein óheftur stovnur hjá Europaráðnum, har 47 limalond eru.  Ein dómari umboðar hvørt limaland – tað vil siga, at tað eru 47 fastir dómarar í dómstólinum –  og dómarar verða valdir fyri 9 ár. Síðan 2014 hevur Jón Fríðrík Kjølbro verið danska umboðið. Hann var valdur sum deildarforseti í februar 2019, og í januar 2020 varð hann valdur sum varaforseti.

 

– Tað er trupult at greiða frá, hvussu tað er átaka sær eitt sovorðið starv. Eg flutti til eitt land, har eg ongantíð hevði búð. Eg kom til eina nýggja mentan, eitt nýtt mál og eitt samfelag, sum eg skuldi læra at kenna. Harafturat kom eg til eitt nýtt arbeiðspláss við dómarum og løgfrøðingum úr 47 ymiskum londum. Tey hava ymiska bakgrund, summi vuksu upp í Sovjetsamveldinum, summi hava upplivað borgarakríggj í teirra landi, og summi hava livað undir einveldi. Fólk hava sera ymiska bakgrund, tá ið tað kemur til mentan, arbeiðsroyndir og annað. Tí er tað bæði eitt sera avbjóðandi og læruríkt arbeiðspláss, sigur Jón Fríðrik Kjølbro við Sosialin um vikuskiftið.

 

– Tað hevur verið sera krevjandi at arbeiða her, og eg havi ongantíð áður brúkt so nógva tíð til arbeiði, sum eg havi gjørt her í Strasbourg. Áðrenn eg kom higar, var arbeiðið og privatlívið meira uppbýtt, men her flýtur tað meira saman. Bæði tí eg arbeiði meira, og tí tey fólkini, eg eri saman við í frítíðini, eru fólk, sum eg arbeiði saman við, sigur hann.

 

Jón Fríðrik Kjølbro hevur eitt gott ár eftir av starvssetanini í Strasbourg, og tí skal hann í næstum fyrireika seg til at fara heim.

 

– Innanfyri eitt ár gevist eg her og fari aftur til Danmarkar. Eg havi farloyvi frá starvinum sum landsdómari í Eystara landsrætti, og eg kann fara aftur í tað starvið, tá ið eg komi heim, sigur hann.

 

Jón Fríðrik Kjølbro er sonur Jógvan Fríðrik Kjølbro (d. 2009) úr Klaksvík og Alvdis Karen Johanna Kjølbro (f. Sørensen) úr Kunoy. Hann vaks upp í Danmark, har hann eisini hevur búð. Jón er giftur Guðrun Kjølbro (f. Kjærbo) úr Havn, og tey eiga tríggjar synir. Tey eiga eisini tvey ommu- og abbabørn.

 

Í Sosialinum hetta vikuskiftið ber til at lesa longri samrøðu við Jón Fríðrik Kjølbro.