Jon English deyður

Føroyingar minnast sangaran møguliga fyri sjónvarpsrøðina Against the Wind.

Sangarin Jon English andaðist í gjar. Hann gjørdist 66 ára gamal. Hann doyði eftir skurðviðgerð, sum hann fekk, tí ein blóðtøppur var staðfestur.

 

Hann var føddur í Onglandi í 1949, men við foreldrum sínum flutti hann í 1961 til Australia.

 

Og har fekk hann vind í seglini og er í dag ein legenda í Australia. Tað byrjaði við, at hann hevði leiklutin sum Judas í australsku útgávuni av sangleikinum Jesus Christ Superstar í 1972.

 

Í 1978 hevði hann ein høvuðsleiklut í australsku sendirøðini Against the 

Wind og hann framførdi eisini heitislagið. Røðin gjørdist kend í fleiri londum.

 

Tá sjónarp hevði sínar ungu dagar í Føroyum, var henda sendirøðin at síggja, og eins og kring heimin, var hon væl dámd í Føroyum.

 

Og hóast English øll árini hevur sungið og framført á palli, so eru tey óivað mong, ið minnast  eini 35 ár aftureftir, ið minnast English best fyri leiklutin í hesi sjónvarpsrøð og fyri frálíka temalagið.