Jon Beard fegnast um føroyska stuðulin

Oyggjaleikir: Formaðurin í ítróttarsambandinum á Bermuda dylur ikki, at hann er ovurfegin um, at føroyingar eru so mangir í tali á oyggjaleikunum hesaferð.

 

Hann sigur, at eingin í Føroyum skal ivast í, at Bermuda fer eisini at stuðla oyggjaleikunum í 2019, og tey fara at møta við einum stórum ítróttarliði tá.

 

Jon Beard sigur, at tað hevur stóran týdning fyri Bermuda at kunna kappast við javnlíkar. Tey kappast ofta í USA, og við størri oyggjar í tí karabiska havinum, men at oyggjaleikirnir eru eitt hóskandi høgt støði. Hann leggur tó dent á, at fólkið á Bermuda hevur upplivað kappingar á høgum støði á hesum oyggjaleikunum.

 

Ovast er ein ljóðsamrøða við Jon Beard.

 

Á myndini sæst Jon Beard í bermudashorts saman við oyggjaleikaforsetanum, Jørgen Petterson.