Jollan komin upp á rætt køl

Bátur og manning hava tað fínt.

Fyri løtu síðani sást Lív fara sendandi út til eina jollu, sum var komin í óføri. Løtu seinni kom Lív tó innaftur.

- Fleiri fráboðanir vórðu komnar um eina sportsjollu, sum sá út til at vera koppa, og tað sá nokkso ógvusligt út. Men bert fáar minuttir eftir, var ein fráboðan um, at jollan var komin upp á rættkjøl aftur, sigur vakthavandi á politistøðini.

Upprunaligu fráboðanirnar søgdu, at ein seglbátur var koppaður og menn sótu á kjølinum. Men tað vísti seg at vera ein av teimum lítlu jollunum hjá Bátafelagnum, har tríggir mans vóru við. Jollan var koppað, men tá Lív kom út til jolluna, høvdu teir fingið vent henni aftur og vóru komnir upp í jolluna aftur í øllum góðum.

- Manningin og báturin hevur tað fínt, og alt er undir kontrol, sigur vakthavandi.