Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin í Vestmanna, sigur Fríðin Ziskason.
Hvat verður á borðinum jólaaftan?
- Ræst kjøt.
Hevur tú eitt jólaynski?
- At børnini, familjan, vinir, kenningar og starvsfelagar fáa eini góð og hugnalig jól.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning. Hetta er ein tíð, har tú gevur tær stundir til tíni kæru, sigur Fríðin Ziskason.











