33-ára gamla sjónleikarinnan Angelina Jolie hevur júst sagt frá, at hon ætlar sær at droppa sjónleikarakarrieru sína fyri at verða fulltíðarmamma. - Eg ætli mær at droppa karrieruna um ikki alt ov langa tíð. Eg ætli at gera nøkur fá ting nú og hareftir hvørva frá rampuljósinum og fyrireika meg upp á ein dag at verða omma, segði hon í eini samrøðu við BBC News. ? Eg eri ikki so bangin um tað, men eg ætli mær ikki at halda áfram og royna bæði at vera mamma og sjónleikarinna.
Hon sigur frá, at hon ikki ætlar sær at gera nakað í eitt ár fram, eftir at hon í februar vendur aftur:
- Eg kann nokk ikki útihýsa arbeiði heilt; um okkurt áhugavert arbeiði kemur upp, har eg kenni meg kreativa, fari eg sjálvandi undir at arbeiða. Men mær dámar væl at vera heima. Fyrst og fremst havi eg eina rúgvu av børnum og eg má vita, at tey vaksa, sum tey eiga, sigur Angelina, sum í løtuni hevur seks børn at taka sær av í heiminum saman við sjeikinum Brad Pitt.










