Jólauppsøgnin í Tilhaldinum

Tilhaldið, Hugnin, í Sandoy hevur verið eitt tilboð til eldri fólk síðani 3. februar 2003, tvs. í nærum 13 ár. Hugnin hevur verið eitt sera vælvirkandi og vælvitja tilboð, sum hevur tænt endamálinum, ið frá byrjan bleiv sett fyri tilboðið. Tilboðið um Tilhald hevur eftir míni fakligu fatan stóran týdning sum fyribyrjandi tilboð, og er avgjørt við til at minka um stovnsútreiðslurnar hjá eldraøkinum í   Sandoynni.

 

Brúkararnir av tilboðnum hava verið sera glaðir fyri at koma i Tilhaldið, og sambært kanningum millum brúkararnar og útsøgnum frá teimum, hava tey verið sera væl nøgd við innihaldið og skipanina, sum hon hevur virkað.

 

Brúkaratalið hevur verið vaksandi, og talar tað eisini fyri seg.

 

Sum leiðari fyri Tilhaldið havi eg samvitskufult røkt  mítt arbeiði til lítar.

 

Sum leiðari fyri Tilhaldið Hugnan havi eg sæð tað sum eitt av endamálunum, at byggja upp felags net og ábyrgd hjá okkara eldru mótvegis hvør øðrum, og avvarandi hjá brúkarunum.

 

Sum leiðari fyri Tilhaldið, hevur mær dámt sera væl hetta arbeiði, og havi eg saman við brúkarunum bygt upp og ment tilboðið, til tað, tað er í dag.

 

Nú eg afturvendandi lesi jaligu útsøgnirnar og tøkkirnar frá Brandi Sandoy, borgarstjóra á Sandi um Tilhaldið tykist hetta ófrættakent. Eg havi sum starvsfólk enn ongantíð móttikið nakra tøkk ella jaligar viðmerkingar frá Brandi Sandoy um Tilhaldið í mínum dagliga arbeiði.

 

Síðani Brandur Sandoy setti seg í borgarstjórastólin, hevur hann  roynt at niðurlaga tilboðið um Tilhald. Ein av hesum royndum var, tá hann tann 25. januar í ár, saman við meirilutanum í Sands Kommunu,  setti uppsøgn av leiðaranum fyri Tilhaldið á skrá fyri kommunustýrisfund. At eg skuldi sigast úr starvi visti eg einki um, hoyrdi hetta sum slatur. Ikki serliga samstarvshugaður ella jaligur framferðarháttur av arbeiðgevaranum, sum nú bráddliga er blivin so jaligur.

 

Frá 1. januar 2016 hevur Brandur Sandoy sagt meg úr starvi sum leiðari fyri Tilhaldið Hugnan, og niðurlagt tilboðið um Tilhald undir Sands Kommunu.

 

Økistænastan undir aðrari leiðslu tekur táttin við Tilhaldi upp, og tað er sera gott.

 

Eg havi tikið av arbeiði undir økistænastuni frá 1. januar 2016. Fyrst og fremst tí at eg ikki vil sleppa brúkarunum og Tilhaldinum uppá fjall. Í hesum nýggja starvi verði eg ikki leiðari fyri Tilhaldið longur. Tað eri eg sera kedd um, og haldi tað er skeivt mótvegis tilhaldsfunktiónini, at ein og sami persónur ikki hevur fulla ábyrgd av Tilhaldinum.

 

Út frá teirri lítlu kunningini eg higartil havi fingið um nýggja starvið, veit eg, at nýggja tilboðið til brúkararnar í Tilhaldinum Hugnanum ikki verður  sama tilboð, sum tey higartil hava havt. At Brandur Sandoy roynir at fyrigykla brúkarunum og fólki, at tilboðið verður tad sama sum higartil og helst betur, samsvarar ikki við tað ið eg havi fingið at vita.

 

Her er nógv sum undrar meg. Sum menniskja og fakfólk undrar tað meg eina mest,  at Brandur Sandoy, borgarstjóri , ikki hevur spurt brúkararnar í Tilhaldinum, hvat tey halda og ynskja.  Hetta er ein bólkur av eldri fólki við nógvum lívsroyndum og vísdómi, og sum øll eru før fyri at svara fyri seg, og so gjalda tey eisini fyri at koma í Tilhaldið. Eitt er at fáa fortalt hvat ætlanin er við einum, men týdningarmikið fyri øll menniskju er, at hava ávirkan á egi lív. Eisini tá vit eldast.

 

Við stórari tøkk til allar brúkararnar í Tilhaldinum Hugnanum, teir polittikarar í Sands Kommunu , og onnur, sum hava stuðla mær sum leiðara í Tilhaldinum.

 

Eg ynski tykkum øllum eini Gleðilig Jól og vóni at gleðiboðskapurin eisini røkkur teimum, sum treingja hann allarmest.

 

Kristina J. á Reynatúgvu

Fyrrverandi leiðari í Tilhaldinum, Hugnin.