Í ár hevur KIWANIS flutt inn færri jólatrø enn undanfarin ár, og trøini eru eisini um at ganga undan. KIWANIS hevði í fjør innflutt góð 1.500 trø, og í ár eru einans 900.
- Øll 900 trøðini sum eru innflutt til søluna í ár eru so at siga seld. kl. 17 í gjár vóru bert 40 trø eftir at selja. Nevnast kann, at í fjør blivu 1.500 trø innflutt, men orssakað nógva keðiliga umrøðu um skordýr í innfluttum plantum, vóru nokkso fitt av trøunum burturbeind, sigur Hilbert Elisson, sum eigur myndirnar niðan- og omanfyri.
Jólatræsølan hjá KIWANIS heldur fram í dag frá klokkan 14 til 20. Sølan er afturvendandi tiltak, og avlopið frá søluni fer óskert til barnahjálpararbeiði í Føroyum.