Tað var ein hugnaløta, tá jólatræið í Nólsoy var tendrað í dag.
Havnr Hornorkestur spældiupp, tá jólatræið í Nólsoy varð tendrað í dag.
Veðrið var ikki tað heilt besta, men tað broytti ikki dámin, tá Havnar Hornorkestur spældi upp til dámin.
Sverri Steinhólm segði nøkur orð, áðrenn Marin Katrina Frýdal alment tendraði jólatræið, og síðani kom jólamaðurin í brandbilinum og bjóðaði øllum burtur úr jólaposanum.
Eftir hetta vórðu øll bjóðað inn í Avhaldshúsið til enn ein drekkamunn við kakao og bollum.