Hetta jólatræið ella granntræið, sum liggur hálvútpakkað á bryggjuni á Tvøroyri, kom ongantíð upp á standa farnu jól.
Vit kenna ikki søguna, men tað er rættiliga greitt, at hetta træið slapp ikki at standa pyntað á jólum og soleiðis prýða Tvøroyrar bý.
Jólatræið er neyvan komið longur enn niðan á bryggjuna, har tað hugsandi hevur ligið síðan einaferð í desember mánaði.