Jólatræið flutt eftir stuttari løtu

Tað tók bara eitt korter, frá tí at in.fo skrivaði um løgnu plaseingina av einum jólatræ hjá Tórshavnar býráð, sum varð sett á einasta parkeringsbás til avlamin, sum er í Tórsgøtu í Havn, til menn frá býráðnum komu og fluttu tað av aftur avlamisplássinum.

Les eisini: Jólatræ til avlamin

Tað var í gjár, at menn frá kommununi settu jólatræføtur upp ymsa staðni í miðbýnum. Eitt nú á hendan básin til avlamin í garðinum millum Miðlahúsið og Reinsaríið. Og í dag, varð so træið sett í fótum, og tað sá út sum um, at tað varð meint í álvara, at eitt jólatræ skuldi standa á básinum líka til 6. januar.

Tí setti in.fo spurningin, um tað mundi vera tilætlað frá Tórshavnar kommunu - ella bara eitt tápuligt mistak. Um so var, so gittu vit, at bert lítil løtu fór at ganga, til kontraboð komu frá borgarstjóranum um at fáa træið flutt.

Hvussu varð og ikki, vita vit ikki. Men tá greinin hevði ligið á in.fo í eitt korter, kom ein gulur kranabilur frá Tórshavnar kommunu við tveimum monnum, sum við krananum fluttu træið av básinum til avlamin. So nú er básurin aftur tøk til avlamin.