Í dag skipar Dugni fyri stórari jólasølu og hugna í teirra hølum á Kambsdali frá klokkan 13 til 19.
Fleiri góð tilboð eru at fáa hendan dagin. Millum annað ber til at fylla posan fyri 40 krónur, meðan fleiri góð tilboð eru upp á góðar stólar. Annars eru allar vóru minus 50 prosent.
Møguligt verður eisini at fáa ein góðan drekkamunn og jólamaðurin kemur eisini á vitjan.
Sølan verður í endurnýtsluhandlinum, ið hevur verið lærustað í samstarvi við Handilsskúlan, har næmingar, ið hava fakið dekoratión, hava prýtt handilin.
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir, og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so vinnutarnað aftur kunna fara til arbeiðis.