Starvsfólkið og húsfólkið á heiminum fyri minnisveik í Vallalíð í Havn, ætla sær nú á eina uttanlandsferð.
Men talan er meiri um eina fakliga arbeiðsferð, eina sansaferð.
Ein slík ferð er dýr og í hesum sambandi hava tey stóra jólasølu og fyrilestur á heiminum frá á miðdegi leygardagin.
Har er alt møguligt heimavirkað at fáa, bæði ymiskt søtt, bundin pløgg av ymsum slagi, jólapynt og ljós og nýggj klæðir.
Tvær traðir hoyra til heimið á Vallalíð og haðani hava tey bæði dunnur, blóðpylsu, livradeiggj.
Klokkan 15 fer leiðarin á heiminum í Vallalíð, Halldis Joensen, at halda fyrilestur um demens og sansiskipanina og um, hvat gongur galið við sansiskipanini, tá ein fær sjúkuna demens.
Endamálið við ætlað ferðini, er at vitja eina miðstøð, har starvsfólk læra at lesa sansaskipanina hjá minnisveikum og læra seg at síggja, hvar fer at henda.
Tað ger starvsfólk betri før fyri at vera um minnisveik, sigur Halldis Joensen
Hon sigur, at miðstøðir av hesum slagi eru ymsastaðni eystanfyri, í miðeuropa og í miðeystri.
Hesa miðstøðir eru fyri fólk, ið eru førleikaskerd, og tær eru eisini sera góðar fyri minnisveik, fólk í rullustóli.
Umframt at starvsfólkið fáa nakað burtur úr, fáa húsfólkini eisini nógv burtur úr slíkum ferðum, tí tey mennast og fáa upplivilsi, ið fara at vera til stóra gleði fyri tey, sigur leiðarin á heiminum í Vallalíð.
Myndin er ein savnsmynd av Vallalíð.










