Hetta er tíðin, tá jólaskipini plagdu at koma til bygdar, pyntað við perum og full av jólamonnum.
Ætlanin var, at jólaskipið skuldi koma á Runavík seinnapartin í morgin, leygardagin hin 11. desember.
Men, soleiðis verður ikki.
Í dag boðar Runavíkar kommuna frá, at jólaskipið er útsett, og at tey fara at kunna um komuna seinni.
Í øllum førum kunnu børnini gleða seg, tí jólaskipið í Runavík er ikki avlýst - men útsett.