Jólaskipið á Havnina kl 15.30

Jólaskipið, sum varð útsett orsakað av ódnarveðrinum seinasta vikuskifti, kemur á Havnina í dag kl 15.30

Jólamenninir, sum hvørt ár koma á Havnina við jólaskipinum, fingu ikki lagt at farna vikuskifti, sum ætlað, tí veðrið var so vánaligt.

 

Men í dag er veðrið gott, og jólamenninir hava boðað frá, at jólaskipið kemur inn á Vágsbotn í dag 20. desember kl. 15.30.

 
Í tí sambandi verður eisini jólatónleikur, og jólamenninir fara at ganga runt í býnum.

 
Kórið Cantabile syngur kl. 16.30 og Tórshavnar Brass Ensemble spælir kl. 18.30.

 
Jólabýurin í Vágsbotni hevur somuleiðis opið, og boðað verður frá, at okkurt forvitnisligt er á skránni kl. 16.