Jólaódnin í 1988: Gjørdi stóran skaða í Hesti

Farnu nátt vóru 30 ár liðin síðani tiltiknu jólaódnina í 1988, sum gjørdi stóran skaða kring landið

Farnu nátt vóru 30 ár liðin síðani tiltiknu jólaódnina í 1988, sum gjørdi stóran skaða kring landið.

 

Gunnvør Poulsen, sum var stødd í Hesti meðan jólaódnin leikaði, hevur latið okkum hesar myndirnar, sum vísa, hvussu stórur skaði var í bygdini.

 

Hon greiðir frá, at fimm hús fingu stóran skaða, og tríggir kjøthjallar fóru eisini, so kjøtið lá og sløddist á bønum.

 

Tað var serliga norðalaga í bygdini, at skaðin var stórur. Eini nýggj hús fóru fyrst, og so ruku plátur runt í bygdini, sum gjørdu stóran skaða.

 

Sí myndirnar niðanfyri: