Jólakonsertir við Vágakórinum og Vestmanna Sangkóri

Sunnudagin og mánadagin fara Vágakórið og Vestmanna Sangkór at hava tríggjar jólakonsertir saman, í Kvívík, Sandavági og Vestmanna.

 

Sunnudagin klokkan 16 verður jólakonsert í Kvívíkar kirkju og klokkan 19 í Sandavágs kirkju.

 

Mánakvøldið klokkan 20 syngja kórini í Vestmanna kirkju.

 

Á skrá eru kendir og minni kendir føroyskir og útlendskir jólasangir, sum kórini syngja saman og hvørt sær.

 

– Vit kunnu lova tykkum, sum koma at lurta, eina fjølbroytta konsert undir leiðslu av teimum báðum kórleiðarunum Sámal Matras Christiansen og Benjamin Gaasedal og umleið hávthundrað væl upplagdum kórsangarum úr vesturøki Føroya, siga fyrireikararnir.