Jólakonsert í Glyvra kirkju

Nes Sóknar Musikkfelag hevur sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju í annaðkvøld.

Nes Sóknar Musikkfelag hevur sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju í annaðkvøld.

 

 

Í hugnaligu kirkjuni fer hornorkestrið at framføra hópin av jólaløgum, bæði enskum og føroyskum. Seinastu tíðina hevur Nes Sóknar Musikkfelag spælt til ymisk tiltøk kring Eysturoynna. Orkestrið er mannað við yngri og eldri tónleikarum, og er stjórnað av Kenneth Jones.