Sunnudagin er fyrsti sunnudagur í advent, og 26. árið á rað fara limir í Lions Club Tórshavn at skipa fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn. Tiltakið byrjar klokkan 14.00 og heldur fram til klokkan 16.30.
Í ár er gjørt av, at allur ágóðin av tiltakinum skal fara til tiltakið Firvaldar, sum er eitt trý ára gamalt samstarv millum Krabbameinsfelagið og fimleikafelagið Ljósið. Firvaldar er fimleikur fyri fólk, sum hava havt krabbamein ella eru í viðgerð fyri krabbamein, og teirra avvarðandi.
Vant verður tvær ferðir um vikuna, og er talan um bæði venja konditión, styrki og innaru ró, og útgangsstøði verður tikið í, hvat hvør einstakur megnar. Fleiri av teimum, sum eru við, hava verið við frá byrjan, men fólk leggjast alla tíðina aftrat, og í løtuni eru 15 fólk við í Firvaldum.
Jólahugnin er blivin ein afturvendandi táttur, sum verður fyriskipaður í góðum samstarvi við Skógrøkt Landsins, og á hvørjum ári hava fólk verið ófør at vitjað og harvið eisini stuðlað einum góðum endamáli, samstundis sum farið verður inn í adventina og komandi jólatíðina.











