Eins og undanfarin ár skipar nevndin fyri FK í Eysturoynni fyri jólahugnakvøldi fyri limunum.
Í ár verður jólahugnakvøldið hjá FK hildið í Fuglafirði mikukvøldið í hesi vikuni. Tíð og stað verða lýst í útvarpinum á middegi í morgin.
Allir FK limir eru vælkomir. Okkurt gott verður afturvið kaffinum, og væntandi fæst onkur at undirhalda.