Tilmeldaðu liðini eru AA-liðini hjá VÍF, Neistin, StÍF, Kyndil og H71. Afturat teimum eru tvey onnur lið, ÍF Føroyar og førosyka U21-landsliðið.
Umframt at vitna dagsformin hjá okkara fremstu liðum í manshondbólti í intensari kapping, er hetta eisini partur av fyrireikingunum hjá U21-landsliðnum, sum hevur altjóða avbjóðingar á skránni í januar.
Framsýningarhondbóltur verður eisini á skránni mitt í skránni. Her sleppa kvinnurnar framat, og eru tað greipuvinnarnir úr Kyndli, sum skulu royna seg ímóti kvinnunum úr ÍF Føroyum. Hesin dystur verður leygardagin 27. desember seinnapartin.
A-dómarir døma allar dystir, og allir dystir, undantikið kvinnudysturin og finalan sunnudagin, eru 2 x 20 minuttir til longdar. Kvinnudysturin millum ÍF Føroyar og Kyndil er á tvær ferðir 25 minuttir. Finalan sjálv fær vanliga leiktíð, tað vil siga 2 x 30 minuttir.
Skráin fyri kappingina verður løgd út á heimasíðuna hjá H71, www.h71.fo










