Jólagávan kom av mánanum

Fyri 50 árum síðani rakk menniskjað á fyrsta sinni út á Mánan. Har bíðaði ein óvæntað hending okkum øllum.

 

Hetta var áðrenn roknimaskinur. Vit høvdu einki sjónvarp í Føroyum, bara eitt útvarp. Kristian Djurhuus hevði júst tikið við á triðja sinni sum løgmaður, eftir at Petur Mohr Dam var deyður. Og níggju ár vóru, til fyrsti Star Wars-filmurin varð frumsýndur.

 

Men jólaaftan fyri 50 árum síðani trinu vit kortini inn í ein annan veruleika, sum tá var science fiction.

 

24. desember í 1968 náddi fyrsta mannaða rúmdarfarið, Apollo 8, út til Mánan 384.405 kilometrar burtur og fór í ringrás.

 

Fyri fyrstu ferð nakrantíð var eitt menniskja so langt burtur heimanífrá.

 

Tað var ein stór framgongd fyri Nasa, amerikonsku rúmdarferðarumsitingina, og tað var eisini ein stórhending fyri amerikanarar av øðrum orsøkum enn teimum tøkniligu.

 

– 1968 var eitt rættiliga ringt ár fyri USA. Tað gekk illa í Vietnamkrígnum, Martin Luther King og Robert F. Kennedy vóru myrdir, sigur John Logsdon.

 

Hann er professor emeritus á George Washington University í amerikanska samveldishøvuðsstaðnum, Washington D. C.

 

Hann stovnaði í 1987 rúmdarfakultetið á universitetinum, og hann hevur framvegis sína skrivstovu á fakultetinum.

 

– Men  árið endaði væl. Tí tað eydnaðist á fyrsta sinni at senda eitt mannað rúmdarfar til Mánan, og so tók William Anders, astronatur, tann 24. desember í 1968 ta myndina, sum síðani er vorðin víðagitin, Earthrise (jørðin rísur, red), sigur Logsdon.

 

Í Nasa vita tey eisini, at myndin hevur stóran týdning.

 

– Upp á nógvar mátar kunnu vit siga, at tað mest áhugaverda og óvæntaða við Apollo-ferðunum var, at vit funnu okkum sjálv, sigur William P. Barry, søgufrøðingar hjá Nasa, í einum telduposti til Ritzau.

 

– Tað er serliga týdningarmikið, tá vit tosa um Earthrise-myndina. Perspektivið við at síggja okkum sjálvi úti frá Mánanum hevði eina ávirkan, sum gevur endurljóð enn í dag.

 

John Logsdon sigur, at myndin av eini vakrari og bláari gongustjørnu, Jørðini, í myrku djúpu rúmdini er mangan nýtt av umhvørvisrørslum at vísa á okkara veikleika.

 

Logsdon sigur eisini, at myndin í veruleikanum er viðvend. Á røttu myndini er skorpan á Mánanum vertikal á høgru síðu, meðan Jørðin er í vinstru síðu á myndini.

 

Men hon varð viðvend, so Jørðin er yvir Mánanum, tá tað vikar betri.

 

William Anders er í dag 85 ár og býr í vestara statinum Washington.

 

– Hann býr við Puget Sound norðan fyri Seattle í statinum Washington. Hevur eitt lítið flogsavn saman við konu og synum. Hann flýgur enn av og á í lítla venjingarflogfari sínum, sigur John Logsdon.

 

Ferðin hjá Apollo 8 var søgulig. Men avrikið kámaðist eitt hálvt á seinni, tá Niel Armstorng sum fyrsta menniskja steig á Mánan tann 20. juli í 1969.

 

/ritzau/