Jóladysturin hjá KÍ verður í Fraklandi

Nú er tað greitt, at fyrsti dysturin hjá KÍ í europeiska bólkaspælinum verður í Bratislava

UEFA hevur nú kunngjørt skránna fyri bólkaspælið í Europa Conference League. Talan er um seks dystir – tríggjar á heimavølli  og tríggjar á útivølli – og fyrsti leikdagur er hósdagin 21. september, og síðsti leikdagur verður hósdagin 14. desember.

 

KÍ leggur fyri á útivølli, og síðsti dysturin verður eisini á útivølli.

 

Fyrsti dysturin verður á útivølli ímóti Slovan Bratislava, sum KÍ í 2020 vann 3-0 ímóti á skrivaraborðinum. Tað vísti seg, at fleiri av spælarunum vóru koronasmittaðir, tá ið teir vóru komnir til Føroya, og so bar tað ikki til at spæla.

 

Fyrsti heimadysturin verður hósdagin 5. oktober, tá ið franska Lille, ið er hægst styrkismetta liðið, verður gestur á Tórsvølli.

 

Tíggju dagar fyri jól verður punktum sett fyri bólkaspælinum. Tað verður í Lille í Fraklandi, og so fæst at síggja, um KÍ fer at enda á einum av teimum báðu ovastu plássunum, sum bera rætt til eftir ársskiftið at halda fram í kappingini við sær.  

 

 

 

 

 

Skráin hjá KÍ

 

21. september kl. 20.00: Slovan Bratislava – KÍ

 

5. oktober kl. 17.45: KÍ – Lille

 

26. oktober kl. 17.45: KÍ – Olimpija Ljubljana

 

9. november kl. 20.00: Olimpija Ljubljana – KÍ

 

30. november kl. 17.45: KÍ – Slovan Bratislava

 

14. desember kl. 20.00: Lille - KÍ

 

##med2##