Jóladag er deknagudstænasta

Soleiðis hevur verið í Nólsoy í langsamiligar tíðir, heilt einfalt tí at einki ferðasamband er fyrsta jóladag.

Soleiðis hevur verið í Nólsoy í langsamiligar tíðir, heilt einfalt tí at einki ferðasamband er fyrsta jóladag.

 

Fyrsta jóladag er tað deknurin, sum lesur jólaevangeliið í Nólsoyar kirkju. Og soleiðis hevur tað verið í minniligar tíðir.

 

Men fyri tað er jólagudstænastan líka hugnalig hvørja ferð.

 

Ferðasamband hevur ikki verið til Nólsoyar fyrsta jóladag, og tí hevur ikki borið til hjá prestum at sloppið aftur og fram á jólum. Aftur fyri hevur so verið fast, at prestur vitjar í oynni annan jóladag.

 

Í dag var tað Høgni Thomsen, ið var deknur.