- Øll sum eg snakki við hava verið orduliga positiv, og tað virkar á mær sum at tað hevur verður orduliga tiltrongt við einum jólabýi í Klaksvík, sigur Annika Steintórsdóttir, ið er samskipari av nýggja jólabýnum í Klaksvík sum lat upp í dag.
Tað var tilvildarligt, at tað var júst Annika, ið gjørdist samskipari av fyrsta jólabýnum í Klaksvík. Hon er heima í Klaksvík í samband við, at hon skrivar speciali og hevði góðan hug á at finna okkurt spennandi at takast við umframt. Men at hon gjørdist samskipari av jólabýnum byrjaði við, at hon ein dagin var í handlinum Leikalund, og har fall í prát við Jógvan Andreasen, sum hevur skipað fyri mongum ymiskum tiltøkum í gomlu Klaksvíkini.
- Sama dag sum eg og Jógvan Andreas tosaðu um, at man burdi farið undir at gera okkurt stuttligt, møtti eg Óluvu Klettsgarð, ið er ein av politikarunum her norðuri.
Annika nevndi hetta fyri henniø
– Og hon segði mær, at tey høvdu nakrar hugnaligar smáttur, sum næmingarnar á Tekniska skúla høvdu gjørt, sum tey ikki vóru heilt vís í, hvat tey skuldu brúka til.
Sama dag ringdi býraðið til Anniku og spurdi, um hon var áhugað í at samskipa hetta, og hetta fór hon í holt við alt fyri eitt.
- Upprunaliga skuldi tað bert verða hesa smáttirnar, men eg helt, at tað var so upplagt at fáa tey gomlu handilshúsini her úti við eisini, sigur Annika, ið áður hevur verið við til at skipað fyri fleiri stórum tiltøkum sum Summarfestivalurin, Frigg festivalurin, og vælverutiltakinum LIVA.
Annika sigur at hetta verður ein ektaður jólabýur, serliga tí at hann samspælir so væl við bygningarnar her norðuri, har serliga Miðstovan og Fornminnusavnið vera við í jólahugnanum.
Afturat smáttunum, verður Miðstovan opin, har ein, umframt at kunna keypa vaflir, gløgg og annað, eisini kann klippa jólapynt og síggja gamlar jólafilmar, har teir flestu eru svart/hvítir, og allir eru uttan ljóð. Frá 13. desember verða eisini ymisk barnatiltøk á skránni við eitt nú sangi og sjónleiki, umframt at søgur verða lisnar.
Eisini hevur Fornminnisavnið rættiliga spílað seg út og fer at hava eina framsýning, ið eitur gomul jól, har tey m.a. fara at pynta eitt jólatræ, eins og tey gjørdu fyri 100 árum síðani.
Undir Miðstovuni eru nøkur gomul neyst, ið vanliga ikki eru opin, men í samband við jólabýin hava tey latið eina lúku upp, so at ein kann síggja verkstaðið hjá jólamanninum.
- Tað kann eisini væl verða, at onkur verður so heppin at síggja jólamannin, tí hann hevur lovað at koma framvið, sigur Annika, ið bjóðar øllum vælkomin ein túr forbí at vitja jólabýin.









