Jólablað í Sosialinum í dag

Sosialurin bjóðar í dag lesarunum serligt Jólablað við samrøðum, hugleiðingum og annað

Í dag kemur Sosialurin út fyri seinastu ferð fyri jól. Blaðið, sum er 56 síður til støddar, inniheldur eisini eitt serligt Jólablað við fjølbroyttum lesnaði til jólini.

Í Jólablaðnum er eitt nú samrøða við tríburar í Vestmanna, sum nú verða 25 ár, men framvegis hava eitt serligt samband. Í fjør blivu tey øll foreldur innan gott hálvt ár. 

Hanus á Gørðum er prestur millum síni egnu í Klaksvík, og har stórtrívist hann saman við familjuni í prestakallinum. Samrøða er við prestin í Jólablaðnum.

Eisini ber til at lesa um unga kvinnu, sum heldur jól í Meksiko, um inutittar, sum gingu úr Kanada til Grønlands og hava slóð til Føroya, og tú kanst fáa góð ráð um mat og rørslu á jólum.