Tað verða eini annarleiðis jól fyri kvinnuna, sum øll síni 56 ár hevur hildið jól saman við mammu síni. Í ár fer hon at halda jól saman við útskotunum í Keypmannahavn í húsi fyri rúsevnismisnýtarar og narkomanar, Mændenes Hjem.
Oluffa Joensen, sum til dagligt starvast sum skrivari hjá javnarðarflokkinum, sigur at henni dámar stak væl jólahøgtíðina, men er vorðin móð av jólagávutrýstinum sum liggur á okkum øllum. Hetta við at fólk sum ikki hava ráð til at keypa hesar dýru jólagávurnar verða kedd og enntá strongd av trýstinum samfelagið leggur á okkum øll.
-Ein grund til at eg ynski hetta er tí eg kenni tey ringu jólini við alkoholi frá fyrr av. Eg hataði jólini fyrr, og hetta liggur okkum nær, sigur hon
Les meir um annarleiðis jólini hjá Oluffu Joensen í grein í Sosialinum í vikuskiftinum