Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða altíð hildin í Nólsoy, eisini í ár. Jólaaftan halda vit saman við familjuni hjá elstu dóttur okkara og versoninum.
Tað sigur Una Hansen.
Hvat verður á borðinum jólaaftan?
- Vit eta gás og dunnu jólaaftan.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Eg havi sum so einki jólaynski.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava nógv at týða fyri meg. Eg elski jólini – fyrst, at Jesus føddist, síðan barnaminnir, góður matur, jólagávur og hugni saman við allari familjuni, sigur Una Hansen.