Í ár heldur Jóhanna Magnussardóttir jól í Beijing, saman við sjeikinum og familju hansara.
Jóhanna og sjeikurin eru lesandi, og búgva í Ningbo, ið er ein annar kinesiskur býur nógv longri suðuri. Av tí at vermóður Jóhonnu fyllir runt jólaaftan, eru tey komin allan vegin til Kina, at verða á tí Kinesiska múrinum á runda degnum.
Hvussu ber tað til, at tú ikki kemur heim á jólum í ár?
Í Kina halda tey ikki jól, so vit hava ikki ordiliga jólafrí á universitetinum – vit hava lesifrí, tí vit skulu til próvtøkur longu seinast í desembur. Vit vóru heldur ikki heima á jólum í fjør og sleppa tað væntandi heldur ikki komandi ár. Av tí at vit lesa á einum bretskum universiteti, eru jóladagur og nýggjárdagur frídagar á sjálvum universitetinum, men vit kenna onkran kinesara, sum skal upp til koyriroynd 25. desembur, so lívið gongur sína gerandisgongd fyri kinesarar – eisini undir kristinu jólahøgtíðini
Hvussu halda tit jól í ár, tá ið tit eru í Kina?
Eg og sjeikurin fóru sum sagt á kinesiska múrin saman við familjuni hjá honum jólaaftan og síðani fóru vit øll at eta ein kendan kinesiskan rætt um kvøldið. Hesin eitur á enskum ‘Beijing Duck' ella 北京烤鸭 (beijingkaoya). Vit ótu sostatt kinesiskan jóladøgurða í ár. Annan jóladag fara vit tó øll til Ningbo, har vit vanliga búgva. Tá fara vit saman við føroysku gestunum og millum annað hinum fýra føroyingunum á universitetinum at gera rísingreyt við Pama greytrísum, sum gestirnir hava tikið við úr Føroyum. Stuttligt er, at tað skal vera neyðugt at innflyta rís til Kina, men vit hava enn ikki funnið greytrís í Kina.
Hvussu halda tey jól har í mun til her?
Kinesarar halda sum so eingi jól, tí tey eru sum heild hvørki kristin ella religiøs. Her eru bert kapitalistisk jól. Serliga handilsmiðstøðirnar eru pyntaðar við ógvuliga trýkantaðum jólatrøum, sum ofta hava okkurt slag av reklamu á toppinum heldur enn eina stjørnu.
Er tað nøkur føroysk jólatraditión, sum tú fert at halda, hóast tú ikki ert heima?
Vit ótu ein góðan døgurða jólaaftan, hóast hann ikki er serliga traditionellur, og vit eru saman við familjuni. Eisini er onkur pakki komin við úr Føroyum og síðani fara vit at savna vinir og familju til rísingreyt annan jóladag. Annars lesa vit til prøvtøku – eisini um jólini.
Vit sakna nógv tey har heima, serliga nú um jólimi, og at vit ynskja teimum øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.










