Meðan stákað verður, og angin av gás, dunnu, reyðkáli, sós og summa staðir av røstum, er runt um í teumum mongu stásiligu heimunum, verður halgan eisini minst saman við teimum gomlu á heimum teirra runt umkring.
Í dag klokkan eitt varð skipað fyri jólaguðstænastu á Boðanesheiminum, har borgarstjórin eisini gav sær stundir at heilsa uppá. Hann skuldi náa onnur heim, har eisini varð skipað fyri jólahaldi, so hann mátti víðari.
Tað varð dómprósturim, Uni Næs, sum hevði jólaguðstænastuna, har eisini ung spældu fyri.
Væl varð sungið við, og nógv situr í minninum, tó at okkurt er farið. Aftaná varð so boðið upp á deildirnar at fáa ein drekkamunn saman við familjum at búfólkunum.
Seinni verður so jóladøgurði á skrá, tó at onkur teirra fór heim til familjuna at vera við til jóladøgurðan har.










