Í sambandi við dystin millum HB og FC Keypmannahavn verður diskotek um kvøldið í Eclipse, har kendi danski rapparin Jokeren fer at undirhalda. Jokeren hevur ligið ovarliga á donskum hitlistum seinastu tíðina við plátuni "Alhpa Han."
Veitslan er fyri øll, tó skal ein tekna seg. Seinasta freist at ogna sær atgongumerkið er týskvøldið kl. 21:00. Atgongumerki kunnu bíleggjast á telefon 254045.
-hkm