”Vores alle sammens øjesten” er farin, tímin var komin og dagarnir vóru taldir. Eingin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldið gistir.
Johs var sonur Esmi og Peter Joensen í Nesi, Hvalba, hann var helst einnevndur í Føroyum, uppkallaður eftir abba sínum, Johannes Næs, sum eisini var uppkallaður eftir sínum abba, Johannes Petersen, í Skúlanum í Saltnesi.
Við nógvari høvuðpínu og týðuligum tekin um ov høgt blóðtrýst, so tók hann ikki heilivág, hann hevði tað gott. Soleiðis segði hann við meg í vetur, men dagarnir vóru taldir, og deyðin skal hava eina orsøk. Tað var kanska orsøkin til at hann ikki fór til lækna. Vit ráða ikki yvir okkara egna lívi.
Johs var 11 ára gamal, tá eg sá hann fyrstu ferð, og míni eygu festi seg djúpt. So vakran drong helt eg meg ikki at hava sæð áður, stillur og smæðin og lítiðsigandi. Hann sá rokasligur út, og líktist einum ið vildi nakað, hann lýsti av dygd og fastleika og ikki minst av kærleika.
Sum 15 ára gamal var hann messudrongur við trolaranum Leivur Øssursson í Grønlandi. Annie og eg vóru heima ta summarið, og ílandkomin fekk hann arbeiði hjá Havnar Timburhandli. Sonur okkara, Heini, skuldi doypast í Havnar kirkju, og sjálvandi varð Johs biðin um at verða gubbi. Hetta var helst fyrstu ferð at Johs var gubbi, men síðan tað varð hann gubbi at einum ótalið av børnum, tí barnakærur var hann av heilum hjarta.
Børnini elskaði hann og tey elskaðu hann, og tá hann fór út eftir vegnum í Nesi, og børnini spældu á vegnum við gamla handilin, so steðgaði hann altíð á og prátaði við børnini, men tað gjørdi eingin annar vaksin. Og tá børn komu inn til hansara, so hevði hann altíð okkurt til tey. Ja, tá í abbadótturin hjá mær segði soni sínum, Mathias, sum nú er 6 ára gamal, at Johs var deyður, so svaraði hann soleiðis: ”Tað er forferduligt, hann var so fittur, eg fekk karamellu frá honum”, sjálvt um tað var fyri tveimum árum síðan, altso var hann 4 ár tá hann seinast sá Johs og fekk karamellu frá honum, og so spurdi hann um Johs hevði minst til at steingja hurina tá hann fór heimanífrá. Ja so fast setti Johs síni minnir í henda drong og onnur børn við, ja, okkum øll.
Eg minnist ikki hvussu Johs sá út tá eg sá hann seinast, tað var í vetur, men eg minnist hvussu hann sá út tá eg sá hann fyrstu ferð, og tað eru 50 ár síðani, so djúpt setti hann sína mynd í mítt minni. Uttan mun til hvussu hann broyttist við árunum, so var tað tann gamla myndin sum sat eftir og altíð kemur at sita eftir í minninum.
Vit vóru, sum sagt, heima í summarferiu í 1966, og tá búði familjan í Havn. Johs arbeiddi í Timburhandlinum og pápin, Petur, var smiðjumeistari hjá Pihl & Søn. Tá sigur Petur við meg, um eg vildi taka Johs við til Danmarkar og fáa hann í læru sum entreprenørmekanikara, tí byggivirksemið í Føroyum var so stórt. Byrjað var at byggja tunnlar millum bygdir, Hvalbiartunnilin var liðugur og Hospitalið skuldi útbyggjast, stóra vatnbyrgingin í Havnardali stóð í gerð og Tórshavnar Havn skuldi leingja Molan. Maskinurnar gjørdist størri og størri og eingin entreprenørmekanikari var í landinum. Tí helt Petur,sum var sjálvlærdur mekanikari, at tørvur var á mekanikarum við útbúgving til hesar maskinur.
Sum sagt so gjørt. Johs kom við okkum til Ålborg, Tað var kanska ikki rætta staðið, og eftir 5 mánaðar, var framvegis einki lærupláss. Hann arbeiddi tó hjá einum traktorfirma hesa tíðina. Men til jólar kom bræv frá Petur, hann hevði fingið lærupláss til Johs í Kjøpinhavn. Og í januar 1967 byrjaði Johs at læra til entreprenørmekanikara, og í 1971 var hann liðugur. Hann kom at arbeiða hjá Pihl & Søn í 1971 sum fyrsti entreprenørmekanikari í landinum. Tá var fari undir at byggja Eysturoyartunnilin og brúnna um Streym. Hann var specialist í Caterpillar- maskinum og tað hann gjørdi, var til UG.
Nógv kundi verið sagt um Johs, men eg vil minnast hann sum hann var. Sum onkur segði henda dagin, ”hann var sum ein filmur, sum vit kunnu rulla aftur á” og tað er tað nakað um. Eg vil tí minnast Johs við hesum orðum:
Ofta vit drukku vín saman
bæði í álvara og gaman.
Dagurin var valdur,
dagarnir taldir,
og tú takkaði fyri teg.
Um Himmiríkið er í at sveima,
so er tað har tú hoyrir heima,
Harrin vil vísa tær veg.
Eg minnist teg sum tú sá út, tá eg sá teg fyrstu ferð, tann myndin kámast ikki, góði vinur - hvíl í friði og takk fyri alt.
----
Svágur tín Mathias










