Johnny er nú á veg niðan í Himmalaya

Seint mánakvøldið kom vestmenningurin Johnny Joensen, sum hevur sett sær fyri at klíva upp á 7129 metra høga fjallið Baruntse í Himmalaya, til Nepal. Tilsamans 12 fólk, Johnny og 11 danir, eru í ferðalagnum. Heldur óvæntað var føroysk móttøka fyri teimum á flogvøllinum í nepalska høvuðsstaðnum Kathmandu.

Eftir drúgvar fyrireikingar er tað nú álvara hjá 27 ára gamla vestmenninginum Johnny Joensen, sum hevur sett sær fyri at klíva upp á 7129 metra høga fjalllið Baruntse í Himmalayafjøllunum.
Um hálvgum tólv tíðina lokala tíð mánakvøldið setti flogfarið við Johnny Joensen og hinum í ferðalagnum seg í nepalska høvuðsstaðnum Kathmandu. Tað var ikki sørt, at tey vóru bilsin yvir móttøkuna, tey fingu á flogvøllinum, har føroyingar tóku ímóti, veittrandi við Merkinum.
Á flogvøllinum stóðu føroysku hjúnini Jan á Argjaboga og Torgunn Kragesteen, sum búgva í Nepal, har Jan arbeiðir fyri felagsskapin Danida. Á flogvøllinum stóðu eisini Kristina Kristiansen og dótturin Rósa, sum eru á vitjan hjá Jan og Torgunn í Nepal.
- Vit høvdu hoyrt graml um, at Johnny og restina av ferðalagnum vóru á veg til Nepals, og tí hildu vit, at vit skuldu fara at taka ímóti teimum á flogvøllinum, sigur Jan úr telefonini úr Nepal. Tað er siður í Nepal at geva ferðafólki ein blómukrans um hálsin, tá tey koma til landið, og føroysku hjúnini hildu eisini, at tey skuldu halda henda góða sið.
Týsdagin skuldu Johnny og hini í ferðalagnum nýta til at keypa ymiskt, sum tey skulu hava við á túrinum, og annars taka sær av løttum, áðrenn farið varð víðari mikudagin.
Ferðalagið hevur sett fýra vikur av til túrin, sum byrjar heilt niðri í láglendinum. Tey skulu ganga um dalar og fjøll, áðrenn tey fara at klíva sjálvt Baruntse fjallið. Johnny Joensen sigur, at veruliga royndin kemur ikki, fyrr enn teir síðstu 2-3000 metrarnir skulu klívast í kava og ísi. Og trupult verður tað eisini, tá komið er upp í 6000 metra hædd og tunna luftin sýgur alla megi úr kroppinum. Tunnu luftina sær Johnny sum sína størstu avbjóðing á túrinum.