Johnny Depp er ov fittur

12-ára gamli drongurin Jack Taylor mátti ásanna, at stóra fyrimynd hansara Johnny Depp nærmast er ov fittur. Jack Taylor møtti Depp, tá ið hann vitjaði undir upptøkunum av nýggja filminum hjá Hollywoodstjørnuni ?Public Enemy?, spurdi hann Depp, um hann kundi fáa hattin, Depp gongur við í filminum. Hetta stuttleikaði Depp sær nógv yvir og lovaði tískil dronginum at eiga hattin, tá ið hann sjálvur var liðugur at brúka hann.

 

Fyri nøkrum døgum síðani fekk Jack Taylor so hattin sendandi við postinum saman við einum persónligum brævi frá Johnny Depp og eini rúgvu av tingum frá fyrrverandi filmum hjá Depp.

 

Hetta vóru foreldrini sera fegin um, tí tey hava heili fimm børn ? og nú kundu øll børn teirra sostatt fáa gávur frá Depp eisini.

 

- Tað er ikki lætt at gleða øll fimm børnini, men tey hava gjørt tað gott. Tað er so deiligt at uppliva eina stjørnu, sum bæði er fittur ímóti fólki og heldur tí, hann lovar.