John Zachariassen úr Vestmanna er í dag valdur til nýggjan formann í nevndini hjá SEV.
John Zachariassen var ein av fimm, ið vórðu vald á lista B í Vestmanna. Hann var valdur við 49 atkvøðum. Hann er útbúgvin oljuverkfrøðingur frá Fróðskaparsetri Føroya.
Hans Jákup Johannesen av Skála var valdur til næstformaður
John Zachariassen sigur, at hann er eyðmjúkur um nýggju uppgávuna, men hann sær fram til hana.
- Enn hava vit so ikki havt ein nevndarfund, men eg kann siga somikið sum, at vit vilja halda fast í grønu kósini, sum sigur, at vit skulu verða 100% grøn í 2030, sigur John Zachariassen.
John Zachariassen sigur, at tá nevndin hevur verið saman og tosa ymiskt ígjøgnum, kunnu tey koma við eini nærri frágreiðing um hvat tey vilja gera frameftir.
Fyrrverandi nevndarformenn/stýrisformenn í SEV:
Jákup Suni Lauritsen, Sørvágur
Páll á Reynatúgvu, Sandur
Leivur Hansen, Tórshavn
Poul Arni Jacobsen, Sørvágur
Arnstein Niclasen, Tórshavn
Ivan Johannesen, Miðvágur
Asbjørn Joensen, Klaksvík
Børge Persson, Tórshavn
Gunnar Dahl Olsen, Vestmanna