John verður spælandi

Debes Danielsen, sum eisini í fjør var partur av liðnum hjá Skála, fer aftur um fjørðin. Og spæliloyvið hjá John Petersen verður nú flutt til Føroya

Fótbóltur

 

Flytingarvindeygað á føroyska fótbóltsmarknaðinum læt upp í vikuni, og tað tykist, sum hava fleiri feløg havt úr at gera við at styrkja um hópin.

Á Skála hava tey eisini arbeitt við hesum, og í gjár varð avtala gjørd við Debes Danielsen úr NSÍ. Hann spældi eisini á liðnum hjá Skála í fjør, men í ár hevur hann ikki fingið so nógva spælitíð á liðnum hjá NSÍ.

Hartil kann venjarin hjá Skála, John Petersen, nú eisini verða spælandi venjari. Hendan møguleikan hevur hann ikki havt, tí spæliloyvi hansara var í Skive, tá hann gjørdist venjari hjá Skála. Og fyrr enn flytingarvindeygað læt upp, kundi hetta ikki lata seg gera.

Hvussu aktivur John verður á vøllinum, veit hann tó ikki at siga.

- Nú fái eg so loyvi at spæla, og so fáa vit at síggja, um tað verður við 3. deild ella hægri enn so. Í útgangsstøðinum ætli eg mær bara at vera venjari, men vit hava ein smalan hóp, so kann eg gera nyttu onkrar minuttir á vøllinum, so geri eg sjálvandi tað, sigur fyrrverandi landsliðsspælarin.