John Tróndheim gevur staklag út

Tú kanst hoyra "Flowers in the Air" her

John G . Tróndheim hevur í dag givið eitt nýtt staklag út. Lagið kallast "Flowers in the Air".

 

Hann hevur sjálvur gjørt lagið, og so hevur hann eisini skrivað orðini.

 

Símun Dam hevur framleitt og mixa tónleikin, og navnframi framleiðarin Óli Poulsen hevur masterað.

 

Hetta er ikki fyrsta lag, sum John Tróndheim hevur gjørt. Hann hevur til dømis eisini eitt annað lag, sum kallast "Never Lose Again".

 

Nýggja staklagið "Flowers in the Air" er tøkt á stroymingartænastuni Spotify, men tað liggur eisini á YouTube.

 

Tú kanst hoyra lagið Flowers in the Air við John Tróndheim her:

 

##med2##

 

(Myndina hevur Tróndur Dalsgarð tikið)