John Travolta syrgir sín deyða son!

Fyri døgum síðani doyði 16 ára gamli sonurin hjá John Travolta og Kelly Preston, Jett, og fyri fyrstu ferð síðan deyða Jett´s, úttala John og Kelly seg til miðlarnar. Tað kenda Hollywood parið skriva á heimasíðuni hjá Kelly Preston, at tey eru ótrúliga takksom fyri alla hjálpina, og alla samkensluna tey hava fingið kring heimin.

- Jett var júst tann sonurin ið Kelly og eg ynskti okkum, og hann megnaði at gera okkum øll glað. Vit eru nú knúst, tí tíðin vit fingið við son okkara var so stutt, men vit fara at virðismeta okkara tíð saman við honum inntil vit fara hagani, skrivar John Travolta á heimasíðuni.

 

John Travolta og Kelly Preston hava móttikið eina rúgvu av brøvum, og fólk kring heimin hava havt tey í sínum tonkum, og hetta eru tey takksom fyri.

- Vit takka fyri øll tey vøkru orðini og tann stuðul vit hava fingið kring heimin. Tað hevur havt sera stóran týdning fyri okkum, og prógva fyri okkum, at tað enn eru góð fólk í heiminum, skrivar John Travolta.

 

Jett var funnin deyður á vesigólvinum í frítíðarhúsinum hjá familjuni í Bahama-oyggjunum fríggjadag fyrrapart. Ringt var eftir sjúkrabili, og Jett var staðfestur deyður á sjúkrahúsinum.

 

Væntandi var tað Kawasaki sjúkan ið tók lívið av Jett, men áðrenn endaligu læknakanningarnar er einki staðfest.

 

Parið John Travolta og Kelly Preston fara seinni í vikuni at kunngerða Jett skal jarðast.