John trívist í Gundadali

Sum framherji hevði John Petersen veruliga viðgongd í sínum árum í Gundadali og hvíta búnanum hjá B36. Í fjør vendi fyrrverandi landsliðsleikarin aftur til barndómsfelagið og venjarasessin á Skála, men framvegis tykist hann trívast í Gundadali.

Tríggjar ferðir hevur hann staðið við stýrisvølin hjá Skála á útivølli móti B36 í Formuladeildini, og tríggjar ferðir eru dysturin endaður við javnleiki. Árstalsfelagið vann á teimum á skálarfjørðinum í steypakappingini í ár, men í landskappingini hevur John Petersen ikki verið blíður við fyrrverandi felag sítt. Tveir reisur endaði tað við 1-1 í fjør, og í gjár var talan um nullloysn, tá liðini hittust.