Chelsea liðskiparin, John Terry, er ákærdur fyri at hava brúk rasistiskan málburð móti Queens Park Rangers verjuleikaranum, Anton Ferdinand.
Sakin fyllir nógv í ensku fjølmiðlinum. John Terry hevur millum annað mist liðskiparabandið á enska landsliðnum, sum ein avleiðing av sakini.
Tað var í dystinum millum QPR og Chelsea tann 23. oktobur í fjør, at sjónvarpsmyndir hjá millum annað Sky Sports vístu John Terry rópa eitt hvørt eftir Anton Ferdinand, eftir at hesir báðir høvdu ein minni samanstoyt í brotsteiginum hjá QPR. Rópini kundu tulkast sum rasistiskur málburður.
Eitt løgreglufólk, sum ikki var til arbeiðis, valdi at melda málið og tí hevur løgreglan tikið málið upp. Í rættinum er komið fram, at John Terry nýtti niðursetandi ensku orðini “F****** black c***”, men ógreitt er í hvørjum samanhangi.
Sambært BBC, so vil John Terry verða við, at hann spurdi um Anton Ferdinand helt seg hava kalla hann “a f****** black c*** ”, og tí er talan ikki um eina rasistiska viðmerking. Verjin hjá John Terry vil hava rættin at síggja burtur frá málinum, tí prógvuni eru ógreið. Í Westminister Magistrates’ Court eru tey ósamd og sakin heldur fram.
John Terry sigur seg verða óðan um rasistisku ákærurnar. Hann vísur millum annað á, at hann sjálvur spælir á liðið saman við fleiri myrkum leikarum og hevur hjálpt til við hjálparfelagsskapinum hjá millum annað Didier Drogba, sum er ættaður úr afrikanska landinum, Fílabeinsstrondin.
Í rættinum er eisini komið fram, at Anton Ferdinand eftir samanstoytin í brotsteiginum rópti eftir John Terry og millum annað royndi at arga hann við eini hending, har John Terry sigst hava verið dekan ov góður við damuna hjá táverandi liðfelaganum, Wayne Bridge.
Enska fótbóltssambandið tekur ikki málið upp fyri enn rætturin er komin til eina niðurstøðu. Hóast John Terry í mesta lagið kann fáa áleið 20.000,- krónur í bót, so hevur málið eina nógv størri symbolskan týdning fyri 31 ára gamla verjuleikaran.
– Eg havi verið kallaður nógv í mínari tíð báði á og uttanfyri vøllin, men at kalla meg rasist, tað góðtaki eg ikki. Eg vil ikki hava Anton Ferdinand ella nakran annan at halda slíkt um meg, sigur John Terry sambært BBC.










