John Syderbø nýggjur vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvík

John hevur leitt nógvar menningarverkætlanir, bæði hjá tí privata og kommunala.

Klaksvíkar býráð hevur tikið avgerð um at seta John Syderbø í starvið sum vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu. 13 umsóknir vóru til starvið.

 

John Syderbø er 46 ára gamal og er útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann arbeiðir í løtuni sum sjálvstøðugur ráðgevi.

 

John hevur leitt nógvar menningarverkætlanir, bæði hjá tí privata og kommunala. Hann hevur breitt innlit í vinnulív, og hevur eisini innlit og royndir við leiðslu og fyrisiting í kommunalari fyrisiting.

 

Áður hevur John Syderbø m.a. starvast sum marknaðar og produktstjóri hjá Føroya Tele frá 2015 – 2021.

 

John Syderbø byrjar í starvinum mánaðarskifti oktober/november 2022.