John Syderbø er byrjaður í starvinum

- Eg eri serliga glaður fyri møguleikan venda aftur til Klaksvíkar at starvast, sigur nýggi vinnu- og mentanarstjórin í Klaksvíkar kommunu.


Nýggi vinnu- og mentanarstjórin í Klaksvík, John Syderbø, er farin til verka. Ein av fyrstu uppgávunum er kunna seg um tørvin, sum er á teimum økjum og stovnum, sum hoyra til vinnu- og mentanarøkið í Klaksvíkar kommunu.

 

- Í dag varð vitjað hjá Torkil Mørkøre, leiðara á ítróttardeplinum. Torkil gav eina rundvísing, greiddi frá virkseminum og segði, hvør framtíðar tørvurin hjá ítróttardeplinum er.

 

Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at nógv virksemi er í KÍ og Badmintonhøllini, og vitjanartalið í Klaksvíkar Svimjihøll setir met. Tí er neyðugt at fylgja við og menna tilboðini á ítróttarøkinum enn meira.

 

John Syderbø sær fleiri spennandi avbjóðingar í starvinum sum vinnu- og mentanarstjórin í Klaksvíkar kommunu.

 

- Eg síggi nógvar møguleikar í starvinum. Eg gleði meg serliga at samstarva við vinnulívið og menna starvsøkið enn longur fram á leið.

 

Hann vísir á, at tað finnast nógvar stórar og spennandi fyritøkur í kommununi.

 

- So tað er upp til okkum at fáa skapt so góðar karmar sum møguligt hjá hesum fyritøkum at virka undir, sigur hann og leggur aftrat, at hann er serliga glaður fyri møguleikan venda aftur til Klaksvíkar at starvast.

 

John Syderbø tók við starvinum sum vinnu- og mentanarstjóri hin 1. november. Hann er 46 ára gamal og er útbúgvin búskaparfrøðingur.