John í Skemmuni 60 ár – valdi Zarepta fram um lærarastarvið

Poul Jóhan Djurhuus
gjarabes@olivant.fo
---

Leygardagurin 29. mars var ein stórur dagur í Zarepta, tá John í Skemmuni feiraði sín seksti ára dag.
John hevur verið í leiðsl­uni í Zarepta í eina fjórings øld. Hann kom í leiðsluna í 1988, sum hann hevur havt m.a. saman við Poul Færø og Kirstin Samuelsen úr Fugla­firði, sum er tann persónur, ið John hevur arbeitt longst saman við í Zarepta, “og tað hevur verið eitt gott og langt samarbeiði!” sigur John.
Hans Djurhuus, sum var komin úr Hirtshals at heilsa upp á ungdómsvinin, leiddi føðingardagin bæði væl og skemtiliga; og kona hansara, Anna, gav eitt gott íkast við síni vøkru songrødd.
Væl av fólki var kom­ið at heilsa upp á føðingar­dags­barn­ið, og sonurin Pætur var komin, uttan at pápin vitsti av nøkrum, allan vegin úr USA. Suðuroyarlegan var sam­stundis, so John fekk upp­livað, at nógvir av hans­ara oyggjarfeløgum høvdu eitt upplagt høvið at heilsa upp á hann.
Tað var borðreitt í matar­høllini við alskins sjálv­tøkuborði. Talur vóru nógvar. Poul Færø var fyrsti talari, og hann takkaði John fyri gott og gleðiligt samstarv ígjøg­num mong ár, m.a. í Zarepta.
Síðani varð farið upp í salin. Har var felagssangur, og eisini sang dupultkvartettin í Ebenezer.
Lars Djurhuus úr Porkeri, ein av vinmonnum hansara, hevði samrøðu við John um hansara lív, samstundis sum søguligar myndir úr Porkeri vórðu vístar á skýggja.
John er føddur 29. mars 1954 í Porkeri, har hann vaks upp í einum góðum og tryggum heimi hjá foreldr­un­um Sigrid og Dánjal Poul­sen. Pápin doyði fyri 16 árum síðani. Mamman er í dag 87 ára gomul, og hon býr enn í Skemmuni í Porkeri. John er næstelstur í einum systk­inaflokki upp á seks, har tvey av systkjunum doyðu í barnaárum. Jonna býr í Havn, Áki býr í Fredericia og ynskta systurin Lív, býr í Senegal, har hon er trúboðari.
Upprunaliga familju­navn­ið er Poulsen, sum mamman og onnur systurin, Lív eitur; men John og yngri bróðurin Áki, valdu at taka sær familjunavnið "í Skemmuni," sum er tað staðarnavnið, sum barndómsheim teirra hevur havt alt tað familjan minnist.


Sorgin rakar Skemmuna
John greiddi frá sorgini, sum rakti heim hansara, tá hann sum 9 ára gamal í 1963 misti tveir yngri beiggjar við bert eini viku ímillum. Annar doyði av sjúku og hin varð yvirkoyrdur bert eina viku aftaná. Eyðun var tann yngri, sum doyði av sjúku, meðan Petur var tann eldri, sum varð yvirkoyrdur. John sigur, at tað hevur havt stóra andaliga ávirkan á hann, at uppliva hvussu omman og foreldrini funnu frið og hvílu í lyftum Guds undir hesum ræðuligu umstøðum.
Sama árið, og oman á alla sorgina, kom eldur í barn­dómsheim hansara í Skemm­uni, sum eisini var ein hørð roynd at fara ígjøgnum hjá familjuni.


Barnaskúlin
John gekk í barnaskúlan í Porkeri, har hann m.a. hevði Danbjørg og Hilmar Bech sum lærarar. John sigur, at hann hevur nógv góð og kær minnir frá skúlanum í Porkeri, ikki minst frá morg­un­sanginum: “Hvørja ferð eg hoyri somu sangir í dag, so renna í huga barnaárini í skúlanum í Porkeri!” sigur John.

Við Áir
John var við til fyrstu barna­leguna við Áir í 1965; tá var hann 11 ára gamal. John sigur, at ferðin úr Suðuroy til Áir fyri 50 árum síðani, var fyri honum sum at fara til Afrika.
Tað var á hesari leguni, at hann kendi eitt kall til frelsu. Hann upplivdi, at aðrir smádreingir vórðu frelstir, og tí hugsaði hann, at hann eisini mátti verða frelstur. Hann kom at tosa við Robert á Lakjuni, sum leiddi hann til frelsu.

Læraraskúlin
Í 1971 var John liðugur við real­skúlan, og hann fór til skips við Føroya fyrsta stálskipi, Porkeningi, í januar 1972, sum hann eisini hevði verið við í einari summarferiu tvey ár framman undan. Í august í 1972 fer hann á læraraskúla. Millum klassafelagar hans­ara í læraraskúlanum vóru næmingar, sum seinni gjørd­ust kendir føroyingar, sum t.d. Jógvan á Lakjuni, løg­tings­formaður og Jóannes Ejdesgaard, fyrrverandi løg­maður. John sigur: “At árini á Føroya Læraraskúla vóru bæði góð og mennandi fyri meg!” Hann fekk læraraprógv í 1977.

Bíbliuskúlin
John greiðir frá, at meðan hann gekk á læraraskúla, hevði hann eina kenslu av, at hann fór ikki at arbeiða sum lærari beinanvegin. Hann hugsaði nógv um at fara til Onglands á bíbliuskúla.
John fekk læraraprógv á sumri í 1977, sum hann byrj­aði á bíbliuskúla í Suður Ong­landi á heystinum sama ár. Men beint eftir, at hann hevði fingið lærara­prógv­ið, fór hann við rækju­trolaranum Karinu, sum Dánj­al Jóhan Godtfred úr Vági førdi, til tess at kunna gjalda fyri bíbliuskúlan. Skúlin eitur Moorlands Bible College (MBC). Har hava fleiri før­oy­ingar verið á bíbliu­skúla ígjøg­num árini, m.a. Brynleif Hansen, sáli, Zacharias Zacha­rias­sen, Hans Sivert­sen, Poul Jóhan Djur­huus og Símun Pætur á Torkils­heyggi.
Á sumri 1979 fær John prógv á Moorlands Bible College (MBC), og kemur aftur til Føroyar, og tekur við sum lærari í Vágs skúla í sep­tembur sama ár. Hann arbeiddi sum lærari til summ­arið 1987, tá hann segði upp. Men um heystið sama ár gjørdist honum greitt, at Harrin kallaði hann til at arbeiða burtur av í anda­ligum virki. Hetta gjørdist honum greitt, tá Levi spurdi hann, um hann kundi koma at loysa hann av í Malta í Hirtshals ársskiftið sama ár.

Zarepta
Í 1988, longu árið eftir,  varð hann spurdur, um hann vildi taka við dagligu leiðsluni av legunum í Zarepta saman við Poul Færø. John sigur, at hetta kom heilt óvæntað á hann og konuna, “men Harrin, sum arbeiðir og stýrir okkara tankum og kenslum, hjálpti okkum at taka avgerðina!” Hetta gjørdist byrjanin til eitt 25 ára spennandi og ríkt tíðarskeið, sum hann og kona hansara Ruth hava havt í Zarepta, saman við nógvum góðum fólkum. “Um eg hevði kunnað valt um aftur, so hevði eg valt á sama hátt!” sigur John.
Seinasta ár boðaði John frá, at hann ikki longur verð­ur ein partur av dagligu leiðsl­uni í Zarepta. Hetta vil tó ikki siga, at hann ikki verður at síggja í Zarepta, tí har er nógv at gera og at tríva í, og tað vilja bæði hann og konan gera í fram­tíðini, men nú uttan fyri leiðslu­leiklutin.

Annað virksemi
Afturat arbeiðinum í Zarepta hevur John, saman við øðr­um, ferðast nógv millum brøðra­samkomurnar í Før­oy­um, har hann hevur lært og talað Guds orð. Hetta kemur John at gera meiri við í framtíðini, nú hann ikki longur er bundin av Zarepta.
Í 2002 stovnaði John eitt sangkór í Suðuroynni, sum kallast Suðuroyarkórið. Hesi seinastu nógvu árini hevur Suðuroyarkórið verið ein stuðul á teimum vanligu evan­gelisku møtunum í Suður­oynni og eisini á árligu samf­elgsmøt­unum bæði í Vági, Tvør­oyri og í Hvalba. Kórið hevur eisini ferð­ast bæði í Føroyum og í Dan­mark.

Familjan
John og Ruth giftust í 1982. Ruth er dóttur Ásu og Róald Norðberg. Tey eru uppvaksin í hvør sínari grannabygd, hon í Vági og hann í Porkeri, so tey hava sæð nógv til hvønn annan í ungdómsárunum. Tey hava, síðani tey giftust, búð í Porkeri, har John eisini hevur jørð og seyð at hyggja til.
John og Ruth eiga fýra børn: Sigrid, ið er gift við Gimma Andreassen, og Pætur, ið er giftur við Kristinu á Váli. Tær yngru døturnar, Ása og Eva, búgva heima og ganga á studentaskúla í Havn. Barnabørnini eru Rutt Louisu, ið er 2 ár og Hanna, ið er 2 mánaðir, og tað eru Sigrid og Gimmi, sum eiga tey.