John í Skemmuni 60 ár

Leygardagin tann 29. mars verður John í Skemmuni 60 ár.
John er føddur og upp­vaksin í Skemmuni í Porkeri. Hann er sonur Sigrid & Dánj­al Poulsen og er hann næst­elstur av 4 systkjum.
Hann tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1977, og var á bíbliuskúla í Onglandi frá 1977 – 1979.
Frá 1979 til 1987 arbeiddi hann sum lærari við Vágs skúla.
Síðan 1988 hevur John ar­beitt sum trúboðari í Før­oy­um. Eisini hevur hann øll hesi árini verið við í leiðsluni fyri legurnar í Zarepta.
John er eisini kórleiðari hjá Suðuroyarkórinum, sum er felagskór hjá brøðra­samkomunum í Suðuroynni, ið bleiv stovanð í 2002.
John er giftur við Rutt, dóttur Ásu & Róald Norðberg úr Vági, og búgva tey í Porkeri. Tey eiga 4 børn, Sigrid, Pætur, Ásu og Evu.
Dóttir John og Rutt, Sigrid, er gift við Gimma Andreasen, og eiga tey tvær døtur, so John er eisini abbi. Pætur eg giftur við Kristinu á Váli.
Sum nevnt, so hevur John verið við í leiðsluni fyri Zarepta síðan í 1988. Eftir at hava verið í hesum starvi í gott 25 ár, fór hann úr leiðsluni seinasta heyst. Hetta merkir tó ikki, at hann gevst at verða við í arbeiðinum, men kemur at halda fram á legunum, sum tørvur er á tí.
Nú John rundar tey 60 árini, verður hann staddur í Zarepta á Suðuroyarlegu. Hetta er vikuskiftislega, við fólki úr allari Suðuroynni.
Føðingardagurin verður hildin leygardagin í Zarepta frá kl 14.00 til kl 18.00, og eru øll hjartaliga vælkomin at heilsa uppá John.