John skal spæla við B68

Toftamenn hava gjørt avtalu við John Petersen um at spæla við teimum, meðan hann er í Føroyum í summarfrí

B68

Nei. Tað er einki í søguni, sum í vikuskiftinum fekk bein at ganga á, og sum gekk út uppá, at Todi Jónsson skuldi spæla við B68.
Men tað er púra vist, at John Petersen í summar fer at hjálpa toftamonnum. Tað váttar B68 formaðurin, Niclas Davidsen:
- Vit hava gjørt avtalu við John Petersen um, at hann skal venja og spæla við okkum, meðan hann verður í Føroyum í summarfrí. Vit rokna við, at hann kemur heim síðst í juni. Enn er ikki greitt, hvussu leingi hann fer at vera heima, men ætlanin er, at hann skal spæla við okkum, inntil hann fer niður aftur.
Í landskappingini gongur strúkandi hjá B68, sum hevur fult stigatal og einki mál hevur fingið ímóti sær í 2. deild. Í juli mánað verður einki umfar í landskappingini í næstbestu deildini, men aðrar stórar avbjóðingar standa fyri framman:
- Higartil hava okkara menn víst, at teir eru førir fyri at standa seg í kappingini í 2. deild. Í juli skulu vit spæla finalu í kappingini um FSF steypið ímóti B71, og so skulu vit á heimavølli og á útivølli stríðast við fuglfirðingar um pláss í finaluni um Løgmanssteypið. Ætlanin er, John Petersen skal vera við okkum í hesum trimum dystunum. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at roynast. Megna vit at spæla okkum í steypafinaluna, so er ætlanin, at John eisini skal hjálpa okkum í tí førinum, sigur Niclas Davidsen.
John Petersen hevur síðani hann í heyst flutti til Danmarkar, spælt við Holsterbro, sum er í sonnum ódnarveðri fyri at varðveita plássið í triði bestu deildini.