John Sigurd Joensen 60 ár

Í morgin, leygardagin 6. januar og trettanda dag jóla, verður John Sigurd Joensen í Klaksvík, 60 ár.

Tilkomnir føroyingar komast við navnið, tí John Sigurd var ein av lyklaspælarunum á 66 liðnum hjá KÍ.
John Sigurd er av Innistovuslagnum í Vági í Klaksvík. Mamman er Fía fødd Østerø og ættað av Skipanesi. Pápin er Jens Pauli Joensen, nevndur Boy. Tey búsettust á Lítlu Brekku og fingu fýra synir: Olaf (1941), Johan ella Hannibeiggi (1945), John Sigurd (1947) og Byrgir (1952). Teir búgva allir í Klaksvík.
John Sigurd hevur av og á verið skipsmaður, hann gekk í nógv ár við posti, og so hevur hann koyrt hýruvogn.
Tað plagdi at verða sagt, at vágsdreingir ofta vóru væl umboðaðir á besta KÍ liðnum, sum í fýrati, fimmti og seksti árunum vann so nógv meistaraheiti. Á 66 liðnum var umleið helmingurin av liðnum vágsdreingir, sum spældu og mentust á túnum og teigum og vóru væl brynjaðir, tá ið teir leitaðu sær niðan á plenuna, har teir gjørdust partar av felagnum, sum granni teirra, John Reid Bjartalíð, sáli, hevði ábyrgdina av.
John Sigurd var á dreingjaliðnum, sum vann FM í 1961. Í 1964 royndi hann seg fyrstu ferð á besta liðnum, og har var hann ein av høvuðsleikarunum, tá ið KÍ var meistari í 1966, 1967, 1968, 1969, 1970 og 1972.
John Sigurd var miðvallarspælari, og hann hevði eyðsýndar dygdir bæði í framrættaða og verjukenda partinum. Hann skoraði ofta mál, men leikluturin hjá honum var serliga at leggja upp til málmøguleikar. Hann hevði serligt hegni at fáast við bóltin, hann hevði stóra taktiska tilvitan, og framum alt var tað gagnligt fyri liðið, at hann hevði so gott eyga fyri, nær hann skuldi sleppa bóltinum til viðspælararnar, tá ið hann hevði sneitt framvið trimum ella fýra mótstøðumonnum.
Umstøðurnar vóru so nógv øðrvísi, tá ið John Sigurd spældi, enn tær eru tað nú. Sambandið við umheimin var lítið. Tí var tað stór hending, tá ið KÍ á Danmarkar ferðum vitjaði Jyderup, Roskilde KFUM og Knabstrup, og tað var ikki minni stórhending, tá ið hesi feløg og onnur vitjaðu í Føroyum og í Klaksvík – eitt nú AGF, B1909, Kolding, B93 og OB. Tað var í sambandi við onkra av hesum vitjanunum, at John Sigurd fekk tilboð um at koma til Danmarkar at royna seg.
John Sigurd var seks ferðir á landsliðnum: Móti Hetlandi og Íslandi B í 1967, Hetlandi í 1969, Orknoyggjunum og Hetlandi í 1970 og móti Orknoyggjunum í 1971. Ikki minst í Íslandi í 1967, tá ið Føroyar taptu 2-1, var leikluturin hjá John Sigurdi stórur.
Eftir at John Sigurd var givin at spæla fótbólt var hann dómari og venjari, og eitt skifti var hann formaður í KÍ.
John Sigurd hevur stóran áhuga fyri samfelagsmálum. Eftir kommunuvalið í 2000 var hann eykamaður í  Klaksvíkar býráði fyri Javnaðarflokkin og møtti fleiri ferðir í býráðnum.
Áhugin fyri ítrótti er stórur. Serligan áhuga hevur John Sigurd fyri tennis. Hann hevur fleiri ferðir verið uttanlands og fylgt við í stórum tenniskappingum. Hann er eisini ógvuliga áhugaður í country tónleiki, og fyri John Sigurd var tað stór hending, tá ið hann tvær ferðir hevur vitjað í Nashwille.
John Sigurd var giftur við Óluvu, sum er ættað av Skipanesi. Tey eiga tveir synir – Jan og Allan – sum báðir búgva í Klaksvík, og sum báðir hava verið stórir stuðlar á KÍ liðnum. John Sigurd eigur fýra abbabørn – tríggjar gentur og ein drong, sum er uppkallaður eftir abbanum.  J