John Johannesen hevur júst sagt nei-takk til sessin sum landsstýrismaður í heilsumálum Longu í gjár stóð greitt, at ein einmæltur tingbólkur stóð aftan fyri at seta John Johannesen í landsstýrissessin, sum stóð tómur, eftir at Hans Pauli Strøm legði frá sær mánakvøldið.
Nú hevur John Johannesen tó endaliga takkað nei til tilboðið.
- Avgerðin er púrasta mín egna, og er grundað á, at eg í løtuni ikki vil útseta familjuna fyri meira strongd, sigur John Johannesen við portalin.
Samstundis ber avgerðin við sær, at Javnaðarflokkurin nú skal finna sær annað evni til landsstýrissessin.
Ein møguleiki er ein størri rokada, men mest sannlíkt stendur dysturin nú millum Aksel V. Johannesen, Eyðgunn Samuelsen og Katrin Dahl Jakobsen.